Um Solar

Um Solar

Frá tí at fyritøkan varð stovnað í 1919 hevur Solar ment seg til at vera fremsta el-, HVS og ventilatiónsheilsøla í Danmark. Vit arbeiða støðugt við at menna vøru og tænastu okkara, so at vit altíð ganga kundum okkara á møti, tá teir vænta ein effektivan veitara.

Tann besta bíleggingarskipanin

Elektroniski bíleggingarportalurin Solar Online sparir kundunum tíð og goymslukostnað.

Centrallager

Høgt góðskustøði og professionell teknisk hjálp
Vørur okkara koma frá fremstu veitarunum í Europa, sum vit hava valt út frá góðsku. Umframt hetta hava kundar Solars møguleika at fáa tekniska hjálp og ráðgeving frá starvsfólki okkara, sum hava stóran kunnleika til vørurnar og vinnuna.

Vøruskráin hjá Solar hevur fleiri enn 130.000 vørunummur innan hesar vørubólkar:

  • El-innlegging
  • HVS
  • Ventilatión
  • Ídnaður
  • Frálandavinna og sjóvinna
  • Orka og infraskipan
  • Trygd
  • Ljós
  • Kaðlar
  • Samskifti