Vørukonsept

Vørukonsept

Solar bjóðar vørur innan fleiri ymisk tøkniøki.Einastandandi vørurnar hjá Solar – til dømis Solar Light, Solar Cable og Solar Plus – eru vørur í toppgóðsku, sum eru mentar og framleiddar av leiðandi veitarum í Europa. Við stórkeypi kann Solar bjóða vørurnar til viðskiftafólk síni fyri kappingarførar prísir. Vørubólkarnir eru mentir í tøttum samstarvi við viðskiftafólk okkara, so tey nøkta vanliga vørutørvin í størst møguligan mun. Konseptið inniheldur mest nýttu vørurnar, sum eru settar einfalt og greitt upp, so vørur og vørukunning eru skjót at finna. Alt er soleiðis skipað, at tað skal vera skjótt og einfalt fyri viðskiftafólkið at finna tær vørurnar, sum tørvur er á til optimalu loysnina. Hesar vørurnar eru soleiðis skipaðar, at tær nøkta umleið 80 % av vanliga tørvinum hjá el-innleggjarum, HVS-innleggjarum og ventilatiónsentreprenørum.

Vørukonseptini hjá Solar eru líka uppbygd í londunum, har Solar hevur deildir. Tó kunnu marknaðarserstøk viðurskifti vera ymisk í ymsu londunum. Viðskiftafólkini hjá Solar kunnu tí arbeiða tvørtur um landamørk við somu vørutilboðum.

KvindesortererProduktkoncept