Teknisk hjálp
Tekniskar innleggingar gerast alt meira fjøltáttaðar. El-innleggjarum, HVS-innleggjarum og ventilatiónsentreprenørum tørvar størri kunnleika, og tað veit Solar av. Tí bjóða vit okkara viðskiftafólkum tekniska hjálp. Viðskiftafólkini hjá Solar fáa hjálp frá okkara starvsfólkum, sum eru millum tey bestu á økinum. Tey eru sera virkisfús og geva viðskiftafólkunum bestu møguligu tænastuna. Allir seljarar hava eina tekniska útbúgving og eru harafturat útbúgvin á Solar-skúlanum, og teknisku starvsfólkini hava altíð dagførda vitan. Solar bjóðar tekniska hjálp í sambandi við útrokningum og projektering av ljósinnleggingum, data-innleggingum, alternativari orku o.s.fr.
Vit viðmæla Solar-skúlan, sum bjóðar nógv skeið og virðismikla hjálp til viðskiftafólk okkara.

Brekkut�n2 � Hoyv�k