
Nýggjur kundi hjá okkum
Sum kundi hjá okkum fært tú atgongd til túsundtals dygdarvørur til kappingarførar prísir. Tú fært eisini atgongd til eina breiða røð av tænastum, ið stuðla menningini av tíni fyritøku og styrkja møguleikarnar hjá henni á einum marknaði við harðari kapping.
Hvat fært tú sum kundi hjá Solar?
Tú fært eina lætta atgongd til alla okkara vøru
Tak niður app’ina hjá Solar – Solar Mobile – so hevur tú eisini atgongd til nethandilin á telefonini ella teldlinum.
Útkoyring til rímuligan prís
Vit hava góða samstarvsavtalu við flutningsfeløg um útkoyring, eisini um tað er okkurt serligt ynski - so klára vit eisini tað.
Okkara egna serliga vøruúrvæl - Solar Plus
Dygdargóða vøru til lægri prísir. Solar Plus gevur tær eitt breitt vøruúrvæl til serligar lágar prísir.
Ókeypis tekniska hjálp og tænastuveitingar
Er okkurt tú ikki fært at rigga ella tørvar tær okkurt heilt serligt? Set teg í samband við okkara tænastusinnaðu teknisku starvsfólk – og tað er ókeypis! Tey hjálpa fegin at bíleggja, upplýsingar um vørur og góð ráð annars.
Áhugaverdar útbúgvingar og skeið
Hjá Solar School eru nógvar ymiskar útbúgvingar og skeið, bæði innan leiðslu, tøkni, nýggja lóggávu og mangt, mangt annað. Sí úrvalið her: solarschool.dk